- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin
Tað er als ikki altíð at tað, sum bygt verður við føroyskar fótbóltsvøllir, telist millum tann góða arkitekturin. Men dømini finnast, og teirra millum eru ÍF-Húsini, sum vit - saman við Alberti Isfeld, arkitekti, umrøða í byrjanini av sendingini. Eisini hitta Jens Klæmint Jacobsen frá Teknistovuni í Gøtu, sum hevur teknað bygningin, og Georges Rouah, sum er formaður í ÍF:
Í gjár fylti Renzo Piano 85 ár. Vit tekna eina vangamynd av italienska stjørnuarkitektinum.
Í hesum døgum er nýggi leikurin Gentukamarið á palli á Tjóðpalli Føroya. Vit umrøða leikin saman við Gullu Øregaard, eins og vit eisini hava tosað við Joachim Holbæk, ið eigur tónleikin til leikin.
Danski fotografurin, Inge Aasmul, er fleiri ferðir kosin ársins myndafólk í Danmark og Skandinavia. Vit tosa við hana um yrkið og lívið sum heild.
Tú kanst hoyra sendingina her!