- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin
Hvussu er at vera bundin av rúsevnum og hvussu ávirkar tað børn og avvarðandi, tá ið rústrupulleikar valda í einari familju?
Hvussu eru rúsevnisnýtslan og rúsevnisvanarnir í Føroyum í dag, og hvussu fáa vit fyribyrgt, at børn, ung og vaksin gerast bundin av rúsdrekka ella rúsevnum?
Leygarkvøldið verður landsinnsavningin hjá Bláa Krossi til fyribyrgjandi arbeiði millum børn og ung send beinleiðis í Kringvarpinum, og tí varpa vit í dag ljós og ljóð – í breiðari merking, á rúsdrekka- og rúsevnistrupuleikar.
Vit tosa við Sáru Jógvansdóttir, samskipara, og Dakko Petersen, aðalskrivara í Bláa Krossi, um landsinnsavningina, Bláa Kross og teirra virksemi.
Eisini skifta vit orð við Beintu Atladóttir, sálarfrøðing hjá Bláa Krossi, um eitt nú hvussu tað ávirkar børn at vaksa upp í einum heimi við rústrupulleikum.
Leivur á Lakjuni starvast sum sálarviðgeri á Bláa Krossi, og vit spyrja Leiv um eitt nú nýggja hjálpartilboðið DAT-Ung.
Vit fáa eisini Magna Mohr, professara og formann í Fólkaheilsuráðnum, á gátt at tosa um rúsdrekkanýtslu og rúsdrekkavanar hjá Føroyingum, og hvat skal til fyri at fyribyrgja at børn og ung gerast bundin av rúsevnum.
Og so fer Annika Holm, sum er edrúur alkoholikari, at greiða frá sínum upplivingum sum rúsbundin, mamma og maki.
Tú kanst hoyra sendingina her!