Ljóarin

Ljóarin 10. november 2022 - Mentan
10-11-2022
Jens Pauli Heinesen 90, Elin Michelsen og fantasy, Eyði Horsdal nýggja plátu, skeið í rødd og framburði, fernisering hjá Rakel Helmsdal, og umvæling av freskumálningi

Fyrst í sendingini frætta vit um stóra fagnaðartiltakið fyri Jens Paula Heinesen, sum hevði fylt 90 ár leygardagin. Og tað verður saman við Elin Brimheim Heinesen og Enzo de Rosa.
Onnur fantasybókin hjá Elin Michelsen um huldugentuna Tóru er komin. Vit práta við Elina um bókina og tað at skriva til ungdóm.
Í dag letur Eyði Horsdal úr hondum sítt fjórða staklag - Foolish blue, ið eisini verður tøkt á lp-plátuni, Songs with Eva, ið kemur út 24. mars komandi ár. Vit tosa við Eyði um eitt nú samstarvið við Evu Perrin Fontana, ið leggur navn til plátuna.
Í aðru viku verður skeið í rødd og framburði. Men hvat er tað? Vit tosað við undirvísaran, Súsonnu Tórgarð, leikstjóra og sjónleikara, miðskeiðis í sendingini.
Rakel Helmsdal er mest kend sum høvundur, ið eisini hevur fingist við teatur, men nú hevur hon flutt seg yvir í myndlistina og hevur fyri fyrstu ferð sína egnu framsýning, ið vit hava vitjað.
Og gamli freskumálningurin hjá Hans Hansen á Føroya Fólkaháskúla er umvældur, eftir at hava verið í sera ringum standi. Vit hoyra um tað arbeiðið, tá ið vit tosa við Tom Egelund.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023