Ljóarin

Ljóarin, 15. november 2022 - Demokrati
15-11-2022
Hvaðan stavar fólkaræðið og demokratiska hugsjónin, og hvussu røkkur tú sum politikkari veljarunum í dag? Hesir eru millum spurningarnir, ið verða viðgjørdir hesaferð

Nú valstríðið er byrjað, varpa vit ljós á fólkaræðið.
Hvat er fólkaræðið og hvaðan stavar demokratiska hugsjónin? Hesar og aðrar spurningar umrøða vit saman við Jógvani Dalbø Hansen, námslektara og heimsspekingi.
Hvat er ein politiskur eygleiðari og hvat ger teg til ein góðan eygleiðara eru millum spurningarnar, ið vit venda saman við Árna Gregersen, journalisti og politiskum viðmerkjara.
Miðskeiðis í sendingini spyrja vit Hallberu West, ið er adjunktur og Ph.d, um eitt nú hvat vit vita um veljaraatburð í Føroyum.
Henni á baki tosa vit við Høgna Rasmussen, sum rekur samskiftisstovuna Høgra, og vit spyrja millum annað um hvussu politikkarar brúka miðlar í einum valstríði?
Og hvør er boðskapurin og hvør er pallurin, tá ið talan er um unga veljaran? Hesar og aðrar spurningar skifta vit orð um saman við Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir, ið eitt nú er vertur á ungdómssendingini Gentuvesi.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023