Ljóarin

Ljóarin 25. januar 2023
25-01-2023
Vit tosa við Hansinu Iversen um eitt nú hennara komandi serframsýning, og saman við Alberti Isfeld ummæla vit Fuglafjarðar skúla úr arkitektoniska sjónarhorninum

Fýra av kendastu myndlistafólkunum í landinum - Tróndur Patursson, Rannvá Kunoy, Hansina Iversen og Hanni Bjartalíð hava í hesum døgum felagsframsýning í Steinprenti.
Vit tosa við Hansinu Iversen, listakvinnu, sum hevur kuraterað framsýningina, og vit spyrja millum annað, hvat hon leggur dent á, tá ið hon skipar eina framsýning saman við verkum hjá ymiskum listafólkum. Eisini skifta vit orð við Hansinu um hennara komandi serframsýning.
Fleiri nýggir skúlar eru bygdir um landið, og ein teirra er Skúlin og Ítróttarhøllin í Fuglafirði, sum MAP-Arkitektar hava teknað, og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, hava vit vitjað nýggja skúlin. Eisini skifta vit orð við Rønn Eliasen, mentanarleiðara í Fuglafjarðar kommunu, Berlys Toftadal, skúlastjóra, og Heidi Poulsen og Rúna Abrahamsen frá MAP-Arkitektum, sum hava teknað nýggja skúlan.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Føroyskur tónleikur er evnið, nú spæl føroyskt vika er í útvarpinum, samstundis sum tað stundar til FMA
07-03-2023
Malan og Hjúpuljóð. Jón, Gudmundur og Petur Pan. Og eitt sindur av Pink Floyd.
02-03-2023
Hvar bleiv nýggi norðurlendski køkurin av, og hvat fer fram á Bókasavninum við Løkin?
01-03-2023
Vit fregnast um tónleikakappingina Pan Arctic Vision, og umrøða Lívdina í Hoyvík úr arkitektoniska sjónarhorninum
28-02-2023
Hansina Iversen og Guðrið Poulsen vitja dagin eftir, at tær vórðu heiðraðar við Mentanarvirðisløn landsins og Heiðursgávu landsins
23-02-2023
Birita aftur á pall. Smæran í Klaksvík
22-02-2023
Torradagar í Klaksvík
22-02-2023
Hvør er Reiley og hvat umboðar hann? Vit tosa við Eyðfinn Jensen og Una L. Hansen. Klassiska VW rugbreyðið er endurføtt sum el-bussur. Vit tekna eina vangamynd av VW ID BUZZ
16-02-2023
Hans Jacob Kollslíð og yrkingarnar. Bollafabrikkin í Klaksvík varðveitt.
15-02-2023
Í dag letur Niklas Heri Jákupsson úr hondum sín fyrsta sang undir egnum navni, og tað er saman við Tórfríð Tavsen. Og vit minnast eisini úrmælingin Burt Bacharach
14-02-2023
Beinir Bergsson og gávugóðsið. Regin Berg og Etiska ráðið
09-02-2023
Hans Marius Ziska og symfoniorkestrið. Myndir í trúnni ummældar.
08-02-2023