Ljóarin

Ljóarin 5. apríl 2023
05-04-2023
Jóanes Nielsen rithøvundur 70 ár

Í dag fyllir Jóanes Nielsen rithøvundur 70 ár. Og í Ljóaranum í dag hava vit eina longri samrøðu við rithøvundin.

Jóanes Nielsen man vera ein tann mest lisni og best umtókti føroyski rithøvundurin, sum er á lívi. Umframt yrkingasøvn, sjónleikir og greinasøvn o.a. hevur hann skrivað sjey skaldsøgur, og hann er virknari enn nakrantíð, nú hann fer um tey sjeyti.

Hóast hann er kendur sum tann rebelski, uppreistrarsinnaði og bersøgni rithøvundurin, sum talar at, er hann eisini lívsjáttandi, eymur og inniligur.

Jóanes Nielsen er tíðum róptur arbeiðaraskaldið, og hann hevur víst á slíkt sum stættarmun, kúgan og órættvísi, men við tíðini er hann vorðin alsamt meira eksistentiellur í sínari skriving.

Hann hevur stóran part av lívinum verið arbeiðsmaður og fiskimaður, og tað er ikki fyrr enn lutfalsliga seint í lívinum, at hann fór at skriva burturav.

Vit vóru og vitjaðu Jóanes Nielsen á loftskamari hansara, har hann hevur skrivað tað mesta.

Vælkomin til Ljóaran, sum í dag halgar allan tíman til Jóanes Nielsen.

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023