Ljóarin

LJÓARIN 030523: Stóri rokkvarðin hjá Pink Floyd er 50 ár
03-05-2023
Pink Floyd hevði funnið sín nýskapandi stíl og Dark Side of the Moon er mest selda albumið av øllum í 70'unum. Saman við vertinum er Finn Jensen í Havn í útvarpsstovuni.

Albumið var á US nr. 1 í eina viku, men varð verandi á Top 100 á Billboard 200 í 736 vikur, frá 17. mars í 1973 til 16. juli í 1988.


Settu sær fyri at gera eitt album við greidligari tekstum, frammanundan høvdu teir verið heldur ótýdligir, segði Roger Waters við Rolling Stone tíðarritið.


Albumið er um tað heldur harða lívið, sum teir livdu, og um sinnisstøðuna hjá Syd Barrett, ið var farin (ella rendur) úr bólkinum í 1968. Konflikt, grammleiki, tíðin, deyði og sinnissjúka eru íblástur, saman við politiskari vreiði og humaniterari sorg.


Ikki óvæntað - ella bilsnandi á nakran hátt - var tað bassisturin, Roger Waters, ið kom við hugskotinum um at hava eitt tema fyri alla plátuna, ið lýsti menniskjans lyndi og -náttúru. Hann gjørdi eisini tær flestu demoirnar heima. Tað eru fyribilsupptøkurnar.


Finn Jensen er gestur í sendingini. Hann vísir millum annað á tað slóðbrótandi arbeiði, sum Pink Floyd legði í hesa plátu, har nýggj tøkni var partur av nýskapanini. Finn greiðir eisini frá byrjanini til harmoniirnar, sum vit hoyra í Dark Side of the Moon. Hetta samspælið millum Davdi Gilmour og Richard Wright kann lættliga sporast aftur til 'Echoes' á Meddle albuminum í 1971, so talan er um eina drúgva tilgongd.


David Gilmour: sangur, guitararar, Synthi AKS
Nick Mason: trummur, perkussión, tape effects
Roger Waters: bassguitar, sangur, VCS 3, tape effects
Richard Wright: orgul (Hammond og Farfisa), klaver, elektriskt klaver (Wurlitzer, Rhodes), EMS VCS 3, Synthi AKS, sangur.

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Vit minnast tónleikaran, Jim Gordon, í orðum og tónum
17-05-2023
6. og seinasta bind av Havnarsøgu er komið út, og fyrsta føroyska kryptofrímerki av hesum slagi er føroyskt
16-05-2023
Ein ferð í orðum og tónum gjøgnum Eurovision Song Contest søguna frá 1956 til í dag
16-05-2023
Stamina eftir Jákup Veyhe, Katrin Joensen-Næs um útbúgving sum filmsleikstjóri, og klassiski tónleikafestivalurin Endurljóð
11-05-2023
Sandavágsmenn vilja birta upp undir hugin at brúka føroyska bátin, og í Sørvági fara tey í næstum undir at byggja mentanarhús og sjósavn fyri alla oynna.
10-05-2023
Kanska hevði Robin Hood eisini onnur lyndiseyðkenni enn tað søgnin sigur okkum? Og kanska skuldi hann hitta eitt ávíst fólk, áðrenn hann raknaði úr sínum sjálvsókni?
05-05-2023
Pink Floyd hevði funnið sín nýskapandi stíl og Dark Side of the Moon er mest selda albumið av øllum í 70'unum. Saman við vertinum er Finn Jensen í Havn í útvarpsstovuni.
03-05-2023
Nógv varð gjørt burturúr, tá ið endurreista Dansistovan í Funningi varð tikin í nýtslu aftur leygardagin
02-05-2023
Beinleiðis av Hotel Runavík, nú mentanarvika er í Runavíkar kommunu
27-04-2023
Mentanarvikan í Runavíkar kommunu: Urd Johannesen um skránna, og vit vitja Víkhúsini í Oyndarfirði
26-04-2023
Mentanarvika í Runavíkar kommunu, Klingra, og Jógvan Kristiansson Glerfoss
20-04-2023
Fiskastykkið og Turkihúsið úti á Gjógv í Sandavági er ein samanrenning millum søgu, arkitektur og nýggjar møguleikar. Og talan er um eina sanna perlu!
18-04-2023