Ljóarin

Ljóarin 17. mai 2023
17-05-2023
Vit minnast tónleikaran, Jim Gordon, í orðum og tónum

Mánadagin 13. mars 2023 andaðist ein hin mest eftirspurdi studiotónleikarin í 1970-árunum, nevniliga trummusláarin Jim Gordon, ið varð føddur 14. juli 1945, og sostatt gjørdist hann 77 ár.
Sum nevnt var Jim Gordon ein hin mest eftirspurdi tónleikarin seinast í 1960 og í 1970-árunum, og í sínari yrkisleið spældi hann við bólkum og solistum sum Phil Spector; The Beach Boys; The Byrds; Carpenters; Alice Cooper; Crosby, Stills, Nash & Young; Eric Clapton; Gordon Lightfoot; Dr. John; John Lennon; John Denver; Neil Diamond; George Harrison; Glen Campbell; Linda Ronstadt; Joan Baez; Frank Zappa; og Steely Dan fyri bara at tríva í rúgvuna.
Men lívssøgan hjá Jim Gordon er ikki bara glæsiliga søgan um ein dugnaligan og nógv virdan tónleikara, tí hon er eisini søgan um eina lagnu, ið fór av kós og kollsigldi á lívsins leið.
Jim Gordon hevði tað ikki gott sálarliga, og seinast í 1970-árunum fór hann at hoyra fyri sær røddir, sum áløgdu honum at svølta seg og forða honum í at sova, slappa av ella spæla trummur. Og tað gjørdist ikki betri av at sálarfrøðingarnir mistóku seg og søgdu trupuleikarnar stava frá rúsdrekkamisnýtslu.
Og 3. juni 1983 hendi tað vanlukkuliga. Jim Gordon legði á 71 ára gomlu mammu sína, Osa Marie Beck Gordon við einum hamara, fyri síðani at gera av við hana við einum knívi.
Og tað var ikki fyrrenn enn eftir at Gordon varð handtikin og skuldsettir fyri morðið, at hann varð útgreinaður við diagnosuni - paranoid skizofreni.
Í hesari sendingini lýsa vit Jim Gordon og tónleikin.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Bókin um KOKS fekk virðislønir. Listasavn Føroya fyllir 30 ár og byggir út.
15-06-2023
Sissal Kampmann, Kim Simonsen, Fríði Djurhuus og mentanarpallurin á G!. Kim Hansen og Fjarðarok í Skálafirði.
14-06-2023
Kristian Blak sigur okkum um Summartónar, vit skifta orð við Øssur Mohr, ið hevur framsýning í Ribarhúsi, og vit tosa við Oddvør á Lakjuni, ið er ein av eldsálunum í Ribarhúsi
13-06-2023
Hallur rennur. Jóanna og Oyvindur skipa fyri verkstovu. Allan og Country og bluesfestivalur.
08-06-2023
Lear kongur tekur skap. Alberto Gilberto farin.
07-06-2023
"Reyn, kæra Reyn" er, sambært Sprotanum, skipað sum gongutúrur við Jørleifi úti á Reyni og í gomlu Havnini sambært kortinum hjá Johan Poulsen – eisini nevndur Blikkinsláarin
06-06-2023
Randi Kúrberg greiðir frá bókini Út á Reyn saman við Jørleifi. Yrkingasavnið "Protesur" hjá Jóan Paula Dahl Jakobsen.
06-06-2023
Fyrstu kvinnuligu fotografarnir í Føroyum, og Kim Simonsen hevur latið úr hondum nýtt yrkingasavn
31-05-2023
Ben Arabo hevur latið úr hondum fyrsta stuttsøgusavnið, og vit fregnast um skránna fyri Mentanarnáttina í Havn
30-05-2023
Mentanarnátt á Tvøroyri
26-05-2023
Leygardagin vóru vit við á Víkingadegnum í Hovi. Hann er liður í ætlanini at smíða føroya fyrsta víkingaskip. Samrøður vórðu gjørdar við arkitektin, bátasmiðin o.o.
24-05-2023
Ebbu-virðislønin til Katrin Joensen-Næs. Hátíðarframsýning við verkum eftir Tummas Jákup Thomsen.
23-05-2023