Breddin

Breddin: Málið um Bakkafrost
10-11-2026
Kann ein fyritøka gerast ov stór til, at myndugleikarnir tora at ganga ímóti henni?

67 milliónir krónur.

So stóra bót helt Heilsufrøðiliga starvsstovan í 2021, at Bakkafrost skuldi fáa fyri lógarbrot.

Men fimm ár seinni er støðan ein heilt onnur.

Fyrst vórðu partar av málinum sleptir og kravið minkað niður í eina millión krónur, og nú hevur Føroya rættur staðfest, at málið er fyrnt.

Tað merkir, at rætturin ikki hevur tikið støðu til, um Bakkafrost hevur brotið lógina.

Men hetta málið leggur eisini upp til ein størri spurning.

Kann ein fyritøka gerast ov stór til, at myndugleikarnir tora at ganga henni ímóti?

Hvat hendir, tá ein fyritøka gerst so stór og so týdningarmikil fyri eitt samfelag, at myndugleikarnir kunnu koma undir trýst?

Og hvussu tryggja vit, at somu reglur galda fyri øll - eisini landsins størstu fyritøkur?

Gestir: Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, og Hallbera West, stjórnmálafrøðingur og granskari.

Gjørt sendingina: Hansa Hansen og Sigurjón Einarsson, sum eisini er redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Kann ein fyritøka gerast ov stór til, at myndugleikarnir tora at ganga ímóti henni?
10-11-2026
Vit tosa við umboð fyri vinnu og myndugleikar, og í suðurkoreanska høvuðsstaðnum Seoul hava vit hitt ein fiskakeypara, sum hevur vitjað í Føroyum
06-11-2026
Beinir Johannesen, løgmaður, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum svara spurningum. Vit varpa eisini ljós á miðskeiðisvalið í USA
05-11-2026
- Hvat gera teir báðir politisku flokkarnir í USA at fyrireika seg til næsta forsetaval, nú miðskeiðisvalið hevur verið?
05-11-2026
Skiftir kongressin lit, og verður blá, verður tað ikki so lætt hjá Donaldi Trump, forseta, at fremja sín politikk í verki
03-11-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
30-10-2026
Vit tosa við kvinnu, sum hevur verið rúsfrí í 14 ár. Vit tosa eisini við landsstýrismannin í uttanríkis- og fiskivinnumálum um telefonsamrøðuna millum Støre, Stubb og Putin.
29-10-2026
Breddin viðger fyrsta tjóðartingsvalið í Ísrael eftir álopið 7. oktober í 2023, og skulu Føroyar hava fullan limaskap í Norðurlandaráðnum, verður spurt í sendingini.
27-10-2026
Hóast ætlanir vóru um fimm vindmyllulundir í fimm ár, er eingin vindmylla komin upp aftrat. Tað er steðgað upp í kærum og kanningum
23-10-2026
Tvey fyrrverandi landsstýrisfólk í uttanríkismálum kjakast í útvarpsstovuni
22-10-2026
"Leivur vil liva", men tað er trupult at sleppa til avrúsing og viðgerð. Og, Ógvisligur ófriður hevur verið í Fraklandi um vikuskiftið
20-10-2026
Vit duga ov illa at raðfesta rúsevnismisnýtarar og landsstýriskvinnan ætlar at gera broytingar í fiskavirkisskipanina
16-10-2026