Ein løta við arbeiðaraskaldinum

Ein løta við arbeiðaraskaldinum
07-05-2026
Sending um Jóanes Nielsen

Sóknast tú eftir núlivandi føroyskum arbeiðaraskaldi, tá kemst valla uttan um Jóanes Nielsen. 

Jóanes Nielsen, føddur í 1953 og uppvaksin í Havn, var arbeiðsmaður og fiskimaður í nógv ár. Fyrsta bókin, hann læt frá sær, var yrkingasavnið "Trettandi mánaðin" í 1978. Hann var tá longu skírdur arbeiðaraskald, tí árið fyri hevði hann skrivað leikin "Trælalív", sum var framførdur 1. mai sum útileikur á Vaglinum í Havn.  

Tað var í frítíðini, at tann rebelski og bersøgni fæloysingurin skrivaði. Tað var ikki fyrr enn eftir aldamótið, at hann burturav fór at skriva.

Jóanes man vera ein av mest lisnu og best umtóktu føroysku rithøvundum í nýggjári tíð. Eftir hann liggja hópin av yrkingasøvnum, skaldsøgum, sjónleikum og greinum.

Nú á arbeiðaradegnum hava vit sett saman eitt lítið tyssi við hissini samrøðum við skaldið, ið tikin eru úr ymsum sendingum, ið eru til skjals í útvarpssavninum.

Ein løta við arbeiðaraskaldinum

Sóknast tú eftir núlivandi føroyskum arbeiðaraskaldi, tá kemst valla uttan um Jóanes Nielsen. 

Nú á arbeiðaradegnum hava vit sett saman eitt lítið tyssi við hissini samrøðum við skaldið, ið tikin eru úr ymsum sendingum, ið eru til skjals í útvarpssavninum.

Suni Merkistein leggur til rættis.

Sending um Jóanes Nielsen
07-05-2026