Fólk var í Føroyum í fjórðu øld

Fólk var í Føroyum í fjórðu øld
28-03-2016
Føroyingasøga er skrivað í 1200-talinum og sigur frá hendingum í Føroyum um ár 1000

Millum annað sigur hon, at fyrstur at búseta seg í Føroyum var maður nevndur Grímur Kamban.

Nú eru komin undan kavi fornfrøðilig prógv um, at fólk hevur brent byggkorn í torvmoldarøsku heima á Sandi longu í 4.-5. øld. Rannsóknirnar leggja sostatt 500 ár aftrat Føroyingasøgu.

Fornfrøðingurin, Símun V. Arge, sum saman við altjóða granskarum hevur staðið fyri útgrevstrunum á Sandi, greiðir frá týdningarmestu fornfrøðiligu rannsóknunum í Føroyum.

Fólk var í Føroyum í fjórðu øld

Nú eru komin undan kavi fornfrøðilig prógv um, at fólk hevur brent byggkorn í torvmoldarøsku heima á Sandi longu í 4.-5. øld. Rannsóknirnar leggja sostatt 500 ár aftrat Føroyingasøgu. Fornfrøðingurin, Símun V. Arge, sum saman við altjóða granskarum hevur staðið fyri útgrevstrunum á Sandi, greiðir frá týdningarmestu fornfrøðiligu rannsóknunum í Føroyum.

Føroyingasøga er skrivað í 1200-talinum og sigur frá hendingum í Føroyum um ár 1000
28-03-2016