Fúlt og frekt føroyskt

Fúlt og frekt føroyskt
09-03-2016
Í sendingini verður spældur tónleikur, sum vanliga ikki er at hoyra í útvarpinum. Somuleiðis verður prátað við tónleikararnar um sangirnar

Sangirnir hava øst og argað. Onkur teirra er bannaður í útvarpinum, onkran hava konsertfyriskiparar bannað, og ein triði spældur eina hálva ferð í útvarpinum, áðrenn ein teknikari steðgaði sanginum, sum aldrin er spældur í útvarpinum síðani.

Í sendingini Fúlt og frekt føroyskt verða hesir sangir spældir. Og so verður eisini tosað við tey, sum hava gjørt og spælt sangirnar. Annika Hoydal, Niels Uni Dam, Terji Rasmussen, Niels Arge Galán, Uni Árting, Mikael Blak, Tór Verland Johansen, Finnur Koba, Steen Rói Lorenzen og Rasmus Vigant Samuelsen greiða frá freku og fúlu sangunum, tey hava gjørt, sungið og spælt.

Fúlt og frekt føroyskt

Sangirnir hava øst og argað. Onkur teirra er bannaður í útvarpinum, onkran hava konsertfyriskiparar bannað, og ein triði spældur eina hálva ferð í útvarpinum, áðrenn ein teknikari steðgaði sanginum, sum aldrin er spældur í útvarpinum síðani.

Rólant Waag Dam hevur lagt til rættis.

Í sendingini verður spældur tónleikur, sum vanliga ikki er at hoyra í útvarpinum. Somuleiðis verður prátað við tónleikararnar um sangirnar
09-03-2016