- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra føroysk systkin í Sacramento

Nickels Joensen, sum vit hoyrdu um í fyrra partin av dokumentarisku ljóðmyndini "Fýra føroysk systkin í Sacremetno", hevði tríggjar eldri systrar.
Allar vóru tær seymikonur í Havn, men í búnum árum tóku eisini tær stóra stigið at flyta av Reyni við Eystaruvág yvir til beiggjan Nickels á amerikonsku vesturstrondini.
Marin og Maria Joensen lótu aftur seymistovuna undir Kletti úti á Reyni á várið 1903 fyri síðani at taka virksemið uppaftur í Sacramento í Kalifornia út á heystið sama árið
Gomul mynd av húsunum undir Kletti. Í fremra partinum búðu húsfólkini og í aftara partinum høvdu tey seymistovuna
Burturúr skjølum, bløðum og brøvum fáa vit eina fatan av longu ferðini úr Føroyum til Kalifornia, hvussu systkini kláraðu seg, samskifti tey høvdu við beiggjan Hans Joensen í Havn, og hvussu tað gekst teimum øllum.
Magni Arge stóð fyri rannsóknum, skrivaði og legði til rættis.
Sendingin var send fyrstu ferð á jólum í 2021.

Fýra føroysk systkin í Sacramento
Vit hoyra um 21 ára gamli Nickels Joensen, sum skrivaði seg í 1879 inn í amerikanska herflotan.
21 ára gamla Nickels Joensen úr Havn skrivaði seg í 1879 inn til herflotamann í Boston í USA. Hann sigldi runt alt Amerika, og var í 1881 lagdur inn á hernaðarsjúkrahús í Kalifornia.
Tjúgu ár seinni setti hann aftur kós móti Føroyum.



