- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsti og einasti føroyski amtmaðurin í Føroyum

Sendingin snýr seg um politiska yrki hjá Christian Bærentsen, og um nakað av tí, ið liggur eftir hann. Hann stóð m.a. fyri arbeiðinum um uppskot til ein nýggjan landbúnaðarreform í Føroyum, "Forslag og betænkninger afgivne af den færøske landbokommission" og “tillæg” til sama uppskot. Talan var um eitt bókaverk, ið kom út í 1911, men bleiv ikki lóg fyrr enn í 1937. Bert við smávegis tillagingum, er hendan lóg framvegis í gildi. Eisini hoyra vit Christian Bærentsen, stutt áðrenn hann andaðist í 1944, greiða frá sínum uppvøkstri í Havn frá miðskeiðis í 1860 árunum og til hann flytir niður í 1875. Lagt til rættis: Hans Stephansson Egholm

Fyrsti og einasti føroyski amtmaðurin í Føroyum
Christian Bærtensen, ið varð føddur í Havn 14. mai 1862, er einasti føroyingur, sum røkti embætið sum amtmaður í Føroyum. Í tveimum pørtum sigur Hans Stephansson Egholm søguna um fyrsta og einasta føroyska amtmannin.