HM-poddurin

HM-nostalgi #4 fer longur aftur í søguna
02-07-2026
Til Wembley í 1966, Pelé og Brasil í 1970, Cruyff og totalfótbóltin í 1974 og Argentina í 1978.

Árni Gregersen og Oddbjørn Joensen hugleiða um HM-minnir frá eini tíð, tá føroyingar ikki sóu alt beinleiðis, men fylgdu við í útvarpi, bløðum og teimum fyrstu sjónvarpsmyndunum. Árni greiðir eisini frá, tá SVF á fyrsta sinni vísti HM-fótbólt í føroyskum sjónvarpi.
Tróndur Arge leggur til rættis.

HM-poddurin

Saman við eins eldhugaðum gestum fylgir Tróndur Arge heimsmeistarakappingini í fótbólti. Størstu søgurnar á og uttanfyri vøllin verða vendar í HM-poddinum. 

Til Wembley í 1966, Pelé og Brasil í 1970, Cruyff og totalfótbóltin í 1974 og Argentina í 1978.
02-07-2026
Eli Hentze og Símun Christian Olsen umrøða bólkaspælið og tær fyrstu 1/16-finalurnar.
30-06-2026
Agnar Prestá og Kristian Sofus Eldvig hugleiða um HM í 1998, tá Zinedine Zidane festið sítt navn í HM-søguna við gullstavum.
25-06-2026
Agnar Prestá og Kristian Sofus Eldvig umrøða annað umfar í bólkaspælinum til HM 2026. Endiliga kom Cristiano Ronaldo á máltalvuna.
25-06-2026
Atli Gregersen og Sigfríður Clementsen hugleiða um HM gjøgnum tíðirnar. Sigfríður fortelur millum annað søguna um, tá hann møtti síni stóru HM-hetju, Zico.
19-06-2026
Atli Gregersen og Sigfríður Clementsen taka saman um fyrstu HM-vikuna og peika á hvør sín vinnara. Samstundis spyrja teir: Eru Messi og Ronaldo ov gamlir?
19-06-2026
Heimsmeistarakappingin í fótbólti hevur nærum 100 ár á baki. Gestirnir fara í nostalgiska hornið, velja sínar yndiskappingar og viðgera spælararnar, sum hava myndað HM-søguna
17-06-2026
HM 2026 er skotið í gongd í USA, Meksiko og Kanda, og Tróndur Arge tekur samanum fyrstu dystirnar saman við Eli Hentze, Emili L. Jacobsen og Símun Christian Olsen
17-06-2026
Í 1994 kom fótbólturin av álvara til USA. Kappingin, sum byrjaði og endaði við einum brendum brotssparki, broytti fótbóltin. Tróndur Arge hyggur 32 ár aftur í tíðina
11-06-2026