Hondbóltspoddurin

U21 í Algeria – átta ár seinni
15-01-2026
Tað er átta ár síðani, at U21-landsliðið óvæntað vann seg til HM-endaspælið í Algeria. Tað bleiv ein minniligur túrur við søguligum sigrum, góðum avrikum og nógvum røvarasøgum

Føroyska manslandsliðið í hondbólti er nú farið til Oslo at spæla EM. Hetta er aðru ferð, at manslandsliðið vinnur seg til EM-endaspælið. Teir fýra,Teis Horn Rasmussen, Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen og Helgi H. Hoydal eru sannførdir um, at samanhaldið øll hesi árini er góð last at hava í leypinum.

Sendingina gjørdi Tróndur Arge og Bjørn Hentze Bech ljóðblandaði.

Hondbóltspoddurin

Átta ár seinni síggjast sporini av undangongumonnunum enn á manslandsliðnum. Í EM-hópinum í Oslo eru seks spælarar, sum vóru við í Algeria í 2017. Í poddvarpinum fortelja teir søgur og minnast aftur á HM-endaspælið í Algeria. 

Tróndur Arge leggur til rættis

Tað er átta ár síðani, at U21-landsliðið óvæntað vann seg til HM-endaspælið í Algeria. Tað bleiv ein minniligur túrur við søguligum sigrum, góðum avrikum og nógvum røvarasøgum
15-01-2026