Hopphøvd og Perlutrøll

Frá Gággu til Krækling (1:4)
07-04-2026
- tá jazzurin brimaði

Í hesum fyrsta partinum siga vit søguna um upprunan til jazz í Føroyum. Vit eru í ervi hjá Gágguni, sum slóðaði fyri jazztónleiki í Føroyum. Sama ár, sum Gággan leggur árarnar inn, verður Havnar Jazzfelag stovnað. Vit hoyra um fyrstu tíðina, og fyrstu plátuna hjá Havnar Jazzfelag, sum kom í 1977.

Hopphøvd og Perlutrøll

Í ár eru 50 ár, síðani Havnar Jazzfelag varð stovnað. Í nýggjari útvarpssendirøð lýsa vit fyrstu, hendingaríku árini hjá Havnar Jazzfelag, ið nú hevur hálva øld á baki.

Suni Merkistein leggur til rættis, og Hans Edward Andreasen er tøkningur.

- tá jazzurin brimaði
07-04-2026