- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jóansøkan 100 ár

Fyrst í sendingini tosa vit við borgarstjóran, Kristin Michelsen. Vit spyrja eitt nú um hvat, ið kommunan hevur gjørt burturúr á 100 ára degnum, og hvat Kristin fer at leggja dent á í midnáttarrøðuni.
Fyrsta jóansøkan varð hildin í 1925, fyri 100 árum síðani, og tað var á Tvøroyri. Fyrstu stevnurnar vóru annars hildnar á Tvøroyri í 1923 og í Vági í 1924, og tá var talan um ólavsøku og ólavsøkuleikir.
Vit fara at fregnast um søguna og tilgongdina til fyrstu jóansøkuna, tá Kári Jespersen, søgufrøðingur, kemur á gátt, samstundis sum hann eisini fer at lýsa umhvørvið á Tvøroyri tá.
Nógv fólk lýddu á, tá olympiski rógvarin, Sára Maria Johansen, setti jóansøkuna fríggjakvøldið. Í sendingini hoyra vit brot úr frálíku setanarrøðuni.
Nýggja bíleggingarskipanin á suðuroyarfarleiðini hevði við sær, at tey, sum vóru ov sein at bíleggja, í fyrstu atløgu ikki sluppu suður, samstundis sum matur og annar farmur heldur ikki slapp við Smyrli. Tí varð Teistin settur inn við einum eykatúri fríggjadagin. Tað, at so kappróðurin varð útsettur til sunnudagin hevði eisini nakrar avbjóðingar við sær fyri strandferðsluna. Vit tosa við Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðara, um hvussu hetta hevur merkt jóansøkuna á Strandfaraskipum Landsins og hvussu tey hava loyst uppgávuna.
Vit fara eisini at fregnast um nýggja róðrarneystið og hvønn týdning tað kann fáa fyri bæði róðrarfelagið og býin. Vit tosa við fyrrverandi formannin og eldsálina Linn Mohr Augustinussen, ið hevur gjørt sítt til at neystið nú er veruleiki, og eldsálina Torfinnur Hammer, ið hevur sett eina forvitnisliga myndaframsýning saman við kappróðrarmyndum frá fyrstu jóansøkuni til í dag.
Eisini tosa vit við Kristinu Roest, sum tók við sum nýggj forkvinna í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag 1. mai, og Barbaru Tausen, sum við ársbyrjan tók við sum forkvinna í mentanarnevnd Tvøroyrar Býráð. Vit tosa vit tær um kappróður, jóansøkuna og 100 ára skránna. Kristina og Barbara kennast eisini, og í fjør vunnu tær FM við 5-mannafarinum Firvaldi.
Hvørjar avbjóðingar hevur tað við sær, at kappróðurin varð útsettur til sunnudagin og hvussu verður jóansøkan hildin? Vit tosa við Sonju Kjølbro, forkvinnu í Klaksvíkar Róðrarfelag, og Tóru Lassen Viðoy, ið er róðurskvinnu.
Vit sendu úr Gomlu Doktarahúsunum, sum í dag húsa Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavni. Í sendingini greiddi Siri Andreasen, savnsvørður, okkum frá um sera áhugaverdu framsýningina "Jóansøkan 100 ár".
Pisurøðan í ár varð hildin av Heina Augustinussen, og eftir røðuna fingu vit eitt prát við hann.
Eisini fóru vit ein túr til fótbólstvøllin við Stórá, har ið vit hittu formannin í TB, André Dalfoss.
Tú kanst hoyra sendingina Jóansøkan 100 ár her!

Jóansøkan 100 ár
Við gestum og frásagnum lýsa vit jóansøkuna søguliga og í dag.
Sendingin varð send beinleiðis frá gomlu Doktarahúsunum á Tvøroyri jóansøkuaftan
Gunnar Nolsøe og Bjørn Henze Bech hava lagt til rættis.