- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johannes Martin Olsen minnist

Johannes Martin Olsen er framvegis líka munnfimur, hóast hann nú er 92 ára gamal. Í hesum partinum sigur hann meira frá tíðini í Løgtinginum og Fólkatinginum.
M.a. minnist hann við gleði, tá tingmenn úr øllum flokkum í døgurðasteðginum í Tinginum plagdu at fylgjast oman á Sjómansheimið at eta døgurða og sótu har saman og ótu. Aftaná fylgdust teir niðan aftur í Løgtingið, og har drukku teir kaffi úr somu kaffikannu.
Stóra ynskið hjá Johannesi Martini fyri Løgtingið í framtíðini er, at Harrin fær valdið á okkara politiska valdi, so lóggávan, sum kemur haðani, ikki verður kasserað av honum.
Tá Johannes Martin kom í Løgtingið, visti hann ikki, at hann kundi koma í ta støðuna at blíva fólkatingsmaður. Men tað bleiv hann í tveimum førum, tá hann var eykamaður fyri Paula Ellefsen og Edmund Joensen, sum báðir vóru løgmenn um tað mundið og tí ikki kundu fara á Fólkating.

Johannes Martin Olsen minnist
Sending í tveimum pørtum um 92 ára gamla Johannes Martin Olsen, fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmann av Strondum, sum nú er búsettur í Fuglafirði.
Hann er maskinmeistari og hevur siglt nógv við nótaskipum. Var trúboðari og fyristøðumaður á sjómansheimi, áðrenn hann fór upp í politikk.
Tórður Mikkelsen leggur til rættis.

