- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kultura

Kim Simonsen er ein av okkara mest virdu yrkjarum og rithøvundum, og skaldskapur hansara hevur eisini vakt ans langt út um landoddarnar.
Nú er hann aktuellur við nýggju bókini "Áin", har hann vendir aftur til barnadómsins landslag á Strondum og viðger minnir, sorg og sambandið millum menniskjað og náttúruna.
Kim Simonsen er gestur í Kultura.
Í Sjónleikarhúsinum eru Rógvi Brekku Dam og Bárður Persson í gongd við síðstu fyrireikingarnar til nýskrivaða føroyska, familju jólaleikin, sum verður frumsýndur í Sjónleikarhúsinum í Havn fríggjadagin 20. november 2026.
Talan er um ein einmansleik, har Rógvi B. Dam stendur einsamallur á pallinum og spælir allar leiklutirnar. Leikurin sameinir vanligan sjónleik, klóvnleik, skemt og gandakynstur við eina álvarsama og hjartanemandi søgu um jólini, familjulív og tað at finna frið í einum strongdum gerandisdegi.
Jóhanna Wolles frá Sprotanum vitjar í Kultura og greiðir frá tí, sum er á skránni hjá Orð og Tónum í Reinsaríinum.
Kvøldið byrjar við at Uni Holm Johannesen tosar við Heiðrik á Heygum um nýggju bók hansara "Føroyskar sagnir, endursøgn og myndir". Aftaná fer Rakul í Gerðinum at tosa við Rakel Helmsdal rithøvund um dystopisku skaldsøguna "Marran".
Til seinast fara Hans Jacob Kollslíð og Elin Michelsen at skifta orð um nýggju fantasy-skaldsøguna eftir Jógvan Isaksen "Trælanípan".
Eisini verða tónleikaframførslur við Tina Mellem og kórinum Kata.

Kultura
Kultura er mentanarsending, sum viðger aktuel mentanarlig tiltøk og evni. Eisini seta vit evnir á breddan, ið vit halda treingja til viðgerð. Vit lata mentanina upp við hjartanum og viðgera mentanarrák við eldhuga, grundan og perspektivering.
Vertur: Eyðfinn Jensen
Samband: eydfinn@kvf.fo