- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljósið rann av kærleiks runni

Gudmund Bruun varð borin í heim í Jansgerði í Miðvági 18.august 1891.
Foreldrini vóru donsk og pápin, Emil Bruun var prestur.
Sjey tey fyrstu árini búð Gudmund úti í Sandagerði, men so fluttu tey til Danmarkar at búgva.
Gudmund Bruun varðveitti føroyska málið. Hann varð eisini prestur og yrkti og skrivaði á føroyskum.
Í 1915 stovnaði hann Sankta Ólavs føroyska kirkjulið í Keypmannahavn.
Eftir hann liggja fleiri týddir sálmar og lestrabókin Ljósið rann av kærleiks runni.
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, sigur frá.

Ljósið rann av kærleiks runni
Lektari í kirkjusøgu, Jákup Reinert Hansen, sigur frá prestinum Gudmundi Bruun, sum varð borin í heim í Miðvági í 1891. Seks ára gamal flutti hann til Danmark við foreldrunum, ið vóru donsk, men hann varðveitt føroyska málið og hevur lagt so nógv eftir sær í teksti og sálmum annars. Armgarð Arge leggur til rættis.
