Oyggjar undir trýsti

Oyggjar undir trýsti -1. partur
06-07-2026
Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?

Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur? 

Hetta er høvuðsspurningurin í hesi sendirøðini í fýra pørtum, sum Uni Arge hevur lagt til rættis.  

Í 1. parti verður staðfest, at Føroyar eru tilsamans 1.396 ferkilometrar, men tann parturin av føroyska landøkinum, sum liggur lægri enn 100 metrar, er bara um 280 ferkilometrar.  

Vit gruna ofta ikki, hvussu lítið landøki vit eiga at byggja og virka á, staðfestir Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur.  

Í sendingini hitta vit eisini Siggu Jacobsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, Fríðrik Heinesen, verkfrøðing á Landsverki, og Jón Kragesteen, formann í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. 

Greitt verður frá nýggjari fylgisveinakanning hjá 10 evropeiskum fjølmiðlum, sum lýsir, hvussu skjótt náttúra í Evropa verður løgd undir asfalt og betong. 

Eisini verður greitt frá upprunanum til umhvørvisrørsluna, sum tók dik á seg við mánaferðunum síðst í 1960’unum. 

Uni Arge leggur til rættis.

Oyggjar undir trýsti

Má náttúran í Føroyum lúta, tí aðalmálið hvørt ár er meira vøkstur, meira modernitetur og meira effektivitetur? Tað er spuningurin í hesi sendirøðini í fýra pørtum. 

Uni Arge leggur til rættis.

Missa vit ov nógva náttúru í Føroyum av áhaldandi útbyggingum og krøvum um vøkstur?
06-07-2026