- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Talan er um eina av størstu rokkútgávunum í áttatiárunum. Best umtókta lagið, 'Livin' On a Prayer', er millum heimsins best laðaðu rokkvarðar. Annað sera kent lag á 'Slippery When Wet' er 'You Give Love a Bad Name'. Desmond Child, ein av stóru lagskrivarunum í søguni, hjálpti Bon Jovi manningini at gera hittløgini til plátuna.
Temaplátan var tann triðja útgávan hjá amerikanska rokkbólkinum, Bon Jovi, og tann fyrsti Billboard eittarin hjá hesum bólki. Higartil er hon seld oftari enn 25 milliónir ferðir. Billboard hevur eisini upplýst, at við ársenda árið eftir í 1987 var hon tann mest selda heildarútgávan av øllum. Tað var fyrstu ferð, at ein harðrokkbólkur hevði havt trý stakløg frá somu útgávu á Top 10 í USA. Eisini var tað fyrstu ferð, at ein hardrokkbólkur hevði havt tvær singleplátur, har tann seinna avsloysti tað fyrru, á ovastu rók á popplistanum fyri stakløg í Amerika.
Framvegis er 'Slippery When Wet' tann best umtókta Bon Jovi útgávan. Øll løgini verða spæld í hesum tematátti.
Plátubarrin 25. apríl 2026

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











