- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sangir úr mínum lívi

Asta Højgaard, ið er ein av sangarinnunum í Faroe 5, hevur verið tengd at einari ørgrinnu av fjølbroyttum tónleikaverkætlanum. Og fjølbroytni er ivaleyst eisini eitt eyðkenni hjá Astu, ið er útbúgvin hárfríðkanarkvinna.
Í sendingini, ið verður send í útvarpinum hósdagin kl. 17:05, fer Asta at velja nakrar sangir, ið hava havt ein serligan týdning fyri hana, samstundis sum hon eisini fer at siga frá øðrum tættum í sínum lívi, eitt nú hvussu tað var at arbeiða sum hárfríðkanarkvinna í Týsklandi og at sigla við seglbáti millum lond.
Sangirnir, ið Asta Højgaard hevur valt, eru Never Ending Story við Limahl, For The Moments I Feel Faint við Relient K, Doctor Jones við Aqua, Stronger (What Doesn?t Kill You) við Kelly Clarkson, Kanst tú siga farvæl við Millum Frændir, Fields of Gold við Evu Cassidy, og Bailando Bachata við Chayanne.
Sangir úr mínum lívi, í útvarpinum hósdagin klokkan 17:05.

Sangir úr mínum lívi
Sangir úr mínum lívi er heitið á nýggjari sendirøð, sum er á útvarpsskránni í summar. Í sendingini verður tosað við tónleikarar, sum greiða frá sangum, ið hava havt serstakan týdning.
Ymsir vertir í Kringvarpinum skftast um at gera sendingina.











