Tematýsdagur

Tematýsdagur um einsemi
26-05-2020
Hvat er einsemi, og hvussu ávirkar tað okkum?

17 prosent av ungum millum 18 og 24 ár kenna seg sera tyngd av einsemi, vísir nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Vit greina kanningina saman við formanninum í ráðnum, Magna Mohr.

Hvat er einsemi og hvussu ávirkar tað okkum, spyrja vit sálarfrøðingin Suna Poulsen.

Vit tosa við nøkur ung, sum hava skrivað yrkingar um einsemi í vallærugreinini Skrivigleði. Gunnvá Winther og Bjørg Brynhildardóttir Egholm vitja saman við læraranum Oddfríði Marna Rasmussen.

Hvussu hava tey gomlu tað, nú frástøða hevur ávirkað samfelagið seinastu mánaðirnar, spyrja vit forkvinnuna í Landsfelag Pensjónistana, Beate L. Samuelsen.

Og so tosa vit við Berg Debes Joensen, prest um hvussu hann upplivir einsemi millum tey, hann hevur samband við í sínum yrki.

Sendingin var send fyrstu ferð 26. mai, 2020

Vælkomin til tematýsdag í Nón um einsemi.

 

Tematýsdagur

Vit fara í summar at endursenda Tematýsdagar, sum høvdu í Nón.

Hvat er einsemi, og hvussu ávirkar tað okkum?
26-05-2020
Søgufrøðingar um herseting og krígsminnir. Føroysk krígsbørn. Tónleikur frá krígsárunum
05-05-2020
Nøkur fólk hava ein brennandi áhuga fyri einum ávísum evni. Hvat drívur tey?
26-11-2019
Berlinmúrurin, The Wall við Pink Floyd og Off the wall við Michael Jackson
12-11-2019
Hvat er ein góður vinur, og hvønn týdning hava góðir vinir?
15-10-2019
Hvat er góð, og hvat er minni góð leiðsla. Tað eru høvuðsspurningarnir í hesum tematýsdegi
26-02-2019
Sagt verður frá um upprunan til disco, discomótan, samrøða er við Sister Sledge, vangamynd av Frank Farian, Jákup Magnussen og Finn Jensen hugleiða
12-02-2019
Alment dannilsi: Búgving. Mentaskapur. Siðmenning. Almenning.
13-11-2018
Hvønn týdning hevur ljósa árstíðin, hvussu halda vit røttu summarfrítíðina, og hvør er søgan um summarferiuna?
29-05-2018
Tosað verður m.a. við Yrkisdepilin, Vinnuhúsið, Yrkisrættað Miðnám og lærupláss
20-03-2018
Vit lýsa søguna, mentalu avbjóðingarnar, tónleikin, og lívið umborð og í landi, tá bunkrað varð í New Foundlandi
13-03-2018
Hvat er tað góða lívið og hvussu røkka vit hesum máli?
27-02-2018