Tíðarleysi trubadoururin

Tíðarleysi trubadoururin
01-09-2017
Um tónaskaldið, yrkjaran og sangaran Kára P. Sendingin er nýgerð frá 2003 av persónslýsing í Mentanartátti, ið sendur var í 1992

Kári P. er vorðin eitt hugtak í føroyskari tónleikamentan. Hegnisligt lagasmíð og dygdargóðar tekstir hava vunnið honum støðu sum føroyskur fólka- og vísusangari í flokki fyri seg. "Vælferðarvísur" og "Hinumegin ringvegin" eru varðar í føroyskari tónleikaútgávu.

Fyri yrkingarnar á hesum útgávum fekk Kári P. í 1995 M.A. Jacobsens virðislønina fyri fagrar bókmentir. Fleiri av yngru føroysku sangskrivarunum hevur Kári P. verið lýsandi fyrimynd, nevnast kunnu Eyðun Nolsøe, Kári Sverrisson og Teitur Lassen.

Í sendingini greiðir Kári frá, hvat skundaði undir tónlistalívsleið hansara, hvørjum mentanarumhvørvi hann spretti úr, hvaðani íblásturin til sangirnar er komin, um sosialrealismu og sálarfrøði, ið prosaskaldskapur hansara í høvuðsheitum er grundaður á, um málsliga og listarliga endurnýggingarstremban, og um Bacchus - forngrikska víngudin - ið umboðar tann týnandi máttin, ið er í ævigum stríði við sanggudin Apollo - tann skapandi listarmáttin.

Suni Merkistein hevur lagt til rættis.

Lurta eftir sendingini her. 

Tíðarleysi trubadoururin

Í sendingini frá 2003, ið er grundað á persónslýsing av Kára P. frá 1992, greiðir Kári P. frá, hvat skundaði undir tónlistalívsleið hansara. Hvørjum mentanarumhvørvi hann spretti úr, og hvaðani íblásturin til sangirnar er komin. Um sosialrealismu og sálarfrøði, ið prosaskaldskapur hansara í høvuðsheitum er grundaður á. Og um málsliga og listarliga endurnýggingarstremban.

Um tónaskaldið, yrkjaran og sangaran Kára P. Sendingin er nýgerð frá 2003 av persónslýsing í Mentanartátti, ið sendur var í 1992
01-09-2017