- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vikuskiftið

Vit vóru á gátt hjá Visit Tórshavn, har Símun Fríði greiddi frá um tiltøk í Havn um vikuskiftið. Vit vóru á Føroya Fólkaháskúla og prátaðu við Guðrið Poulsen um eitt skeið í raku-brenning - tað er leirlist. Vit vóru í Løkshøll og prátaðu við Niclas Johannesen, Óla Poulsen, Áron Poulsen og Randi Hansen í sambandi við, at verkið Bylgjan, sum Niclas Johannesen skrivaði til upplatingina av nýggju svimjihøllini í Runavík í fjør, nú skal framførast í Løkshøll í Runavík um vikuskiftið. Vit ringdu til Visit North og frættu frá Anni Midjord um tiltøk í Norðoyggjum um vikuskiftið. Vit ringdu til Beinir Troest í sambandi við, at han skal spæla konsertir um vikuskiftið. Vit ringdu til Edith Johannesen í sambandi við, at Litbrigdi flytir inn í hølini hjá Sóljuni glaslist. Vit ringdu til Elin Klein Joensen frá Visit Runavík og frættu um tiltøk við Skálafjørðin um vikuskiftið. Vit ringdu til Jóanis í Hoygarðinum í sambandi við Ráðstevnu hjá Útoyggjafelagnum í Klaksvík. Tróndur Vatnhamar og Leivur Thomsen løgdu til rættis. Gott vikuskifti! :-)

Vikuskiftið
Sending við samrøðum, innsløgum, práti, kapping, gestaverti og tónleiki.