Málteigurin

Ein og eitt verða brúkt ov nógv
29-10-2020
Tað er óneyðugt at brúka ein og eitt so nógv, sum vit eru farin at gera. Í sendingini verða fleiri dømi umrødd, har hesi orð eru óneyðug

Ein og eitt eru orð, sum verða brúkt í meira lagi. Vit hoyra oftari og oftari, at orðini vera sett inn í setningar, har tað er óneyðugt.

Dømi:

  • Hevur tú EIN stóran áhuga fyri einum ella øðrum.
  • Fá vørur fyri EIN spottprís.
  • Gekkavertir siga: Tú velur EITT K, tá vinnarar skulu velja sær bókstav til lúkuvinningarnar.

Miðlamál

Fleiri dømi um málburð í miðlunum eru eisini á skránni.

  • Er ein vinnari rættvísur ella rættur?
  • Ber til at siga, at ítróttarfólk skorar sítt næsta mál?
  • Og stuðla feløg sjúkrarøktarfrøðingarnar ella sjúkrarøktarfrøðingunum?
  • Hesin er í spæl til NSÍ.
  • Ljós yvir søguna um steypið.
  • At gera sær dælt av hassji og øðrum hørðum rúsevnum

Persónsupplýsingar ella persónupplýsingar

Hvussu stavar man orðini 'persónupplýsingar' og 'persóndáta'? Stavast tey við s ella ikki, spyr lurtari.

- Svarið er ikki so einfalt, sigur Elin Henriksen, málkøn. 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023