Málteigurin

Brita skal broyta merking
14-03-2022
Orðið, brita, sum hevur negativa merking, skal frameftir merkja nakað positivt og sterkt. Tað er ætlanin hjá teimum, sum skipa fyri tiltaki á altjóða kvinnudegnum, 8. mars

Ársins brita er ein nýggjur heiður, sum skal heiðra eina megnarkvinnu á kvinnudegnum, 8. mars. Fyrr var ein brita nakað negativt, men nú vilja føroyskar kvinnur broyta týdningin av orðinum til nakað positivt og sterkt.

Nýggja 'almenna' kvinnu-skilmarkingin av orðinum, brita, er: 

Ein sterk, framsøkin kvinna, sum er djørv, stendur við sítt og við síni virðir.

Tað siga tær, sum skipaðu fyri kvinnutiltakinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

- Orð kunnu broyta merking. Summi orð, sum fyrr vóru niðrandi, kunnu sigast um fitt børn, t.d. frella, gella, kúllur, sigur Elin Henriksen, málkøn.

 

Burðardyggar kvinnur

Í grein herfyri stóð, at politikkurin í Føroyum eigur at laga viðurskiftini soleiðis, at serliga ungar og burðardyggar kvinnur fáa haldgóðar orsøkir til at velja Føroyar.

- Eg vildi veruliga ynskt, at tey, sum brúka orðið 'burðardyggar' um kvinnur í barnsburðaraldri, hugsaðu seg um eina eyka ferð. Og um tey duga enskt, so kundu tey roynt at sagt 'sustainable women' í staðin, og vita, um tey veruliga meina tað, sum tey siga, sigur Elin Henriksen.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023