Málteigurin

Málið má varðveitast so fjølbroytt sum gjørligt
21-03-2022
Vit kunnu øll gera okkurt fyri at varðveita málið hjá okkum so fjølbroytt sum gjørligt, sigur Elin Henriksen, nú Móðurmálsdagurin nærkast

Fríggjadagin 25. mars er Móðurmálsdagur, og í hesum sambandi hevur Elin Henriksen, málkøn, eitt uppskot um, hvussu vit øll kunnu gera okkara til at varðveita málið hjá okkum so fjølbroytt sum gjørligt, so tað kann vaksa og fylla meira, heldur enn at víkja fyri einsháttaðum og útlendskum orðum.

- Um nú øll fara at spyrja onkran av teimum elstu, sum tey hava samband við, um okkurt orð, sum tey gomlu kenna, men sum ikki verður brúkt longur. Helst eitt orð, sum ikki lýsir eitthvørt, ið er farið í søguna, men okkurt vanligt fyribrigdi, kenslu ella hugtak, greiðir Elin Henriksen frá og leggur afturat, at tá ið tú so hevur fingið hetta orðið, fert tú og spyrt onnur í tínum egna ættarliði ella har á leið, um tey kenna hetta orðið. Møguliga biður tú tey gita merkingina, og á tann hátt fáa tit eitt prát um tað.

Sjálv varð eg bilsin nú ein dagin, tá ið eg brúkti orðið 'títlingsbrestur' ella 'títlingabrestur, og eingin, sum var yngri enn eg, kendi orðið. Tó var ein, sum er næstan javngamal við meg, sum visti, hvat tað var, sigur Elin Henriksen og leggur afturat, at orðið merkir tað sama sum at 'knipsa' við fingrunum.

- Heilt vanligt orð í mínum uppvøkstri, púra sjálvsagt at nýta - og eg havi als ikki varnast, at tað er horvið.

 

Kili og Kina

Hví siga vit Kili við kji ljóði, men Kina uttan, vil lurtari hava at vita.

Reglan er galdandi fyri arvorð, og tá ber til at siga, at 'k-i sigur kji, k-e sigur kje'. Men næstan líka leingi, sum vit hava átt føroyska stavseting, hava vit havt orð, har hetta ikki er galdandi.

Dømi:

     
g - e geva gella, gena, generalur
g - i gita gir, gips, gittari, gissa
g - y  gylt gyppa
g - ey geyla  
k - e kenna kerur, kela
k - i kinnar kinesiskur
k - y kynda kyniskur
k - ey keypa keyla
     



Transkribering

Tað eru fastar reglur fyri, hvussu russisk nøvn/heiti skulu transkriberast til tey ymisku málini, og hesar eru heilt ymiskar í enskum og donskum.

Hendan greinin á kvf.fo vísir dømi um blanding av tí enska og danska mátanum at transkribera uppá.


 

Her eru reglurnar fyri danskt, norskt og svenskt.

 

Og her er ein grein frá danska málráðnum um økta áhugan og tørvin fyri at transkribera ukrainsk nøvn.


Lurtarin heldur tað vera meir hóskandi at nýta tær donsku reglurnar enn tær ensku í føroyskum, og Elin Henriksen er samd. 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023