Málteigurin

Ymsir og ymiskir merkja hvør sítt
02-05-2022
Ymsir og ymisk líkjast sera nógv. Her er talan um tvey orð, sum ofta verða brúkt hvørt um annað, men sum í grundini merkja hvør sítt, sigur Elin Henriksen, málkøn

Orðini ymsir og ymiskir eru ógvuliga lík. Summi siga annað, onnur hitt og uppaftur onnur bæði.

- Her er talan um tvey orð, sum ofta verða brúkt hvørt um annað, men sum í grundini merkja hvør sítt, greiðir Elin Henriksen, málkøn frá. 

Teir ymsu talararnir eru so ymiskir. Hesin setningurin er eitt gott dømi, har merkingarmunurin sæst á føroyskum. 

 

Ein lættur og skjótur máti at skilja ímillum er at hugsa um ensku orðini "various" (ymiss, ymsar, ymsum osfr.) og "different" (ymisk, ymiskar, ymiskum osfr.).

 

Nakar

Lurtari spyr, nær tað er rætt at siga ''nakrir'' og ''nakrar''.

Tað, sum ger av, nær vit siga nakrir, og nær nakrir, eru hesi trý: kyn, tal og fall.

Fallið verður avgjørt av, hvat pláss orðið hevur í setninginum. Og bæði fornavn (nakar) og lýsingarorð (góður) og navnorð fáa vanliga somu ending í kallkyni og kvennkyni (og viðhvørt eisini navnorðið, serliga í kallkyni).

Dømi:
Tá ið tað er tann, sum ger eitthvørt (altso tað, sum sagnorðið sigur), er tað hvørfall:
Kallkyn fleirtal: Nakrir raskir dreingir komu rennandi. Dreingirnir runnu skjótt.

Men tá ið onkur "brúkar" sagnorðið at siga okkurt um onnur, so verða hesi "onnur" til ávirki, og so er tað hvønnfall:
Eg sá nakrar fittar dreingir koma rennandi.Eg sá dreingirnar renna skjótt.

- Tvs. at tað kann ongantíð eita 'nakrir góðar dagar', staðfestir Elin Henriksen

 

Flaggsangur og fiskimenn

Í flaggsangi okkara syngja vit "Sjá! Tú blánar", men er hetta málsliga rætt, spyr lurtari, sum vísir á, at tað hevði verið rættari at sungið "Sí! Tú blánar".

Og er føroyska orðið, fiskimenn, tað sama sum danska orðið, fisker?

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023