Málteigurin

Málteigurin um pendulorð
16-05-2022
Tá ið eitt orð fær øvugta merking av tí, sum tað upprunaliga hevði, er talan um fyribrigdið, pendulorð. Tvey dømi eru bjarnatænasta og sjúkur

Orðið, bjarnatænasta, verður ofta brúkt sum ein stór og góð tænasta, men upprunaliga merkti tað júst tað øvugta. Ein tænasta við góðum endamáli, men sum gevur baksláttur.

Eitt annað dømi um pendulorð er sjúkur. At vera sjúkur merkir millum annað at vera illa fyri, men í dag verður tað eisini brúkt um ein, sum er serstakliga væl fyri ella dugnaligur.

 

Ensk orð í føroyskum

Eitt rák, sum hoyrist nógv í dag er, at vit taka serliga ensk orð inn í málið. Tað er als ikki nakað nýtt, og tað verður gjørt upp á tveir ymsar mátar.

Annar er, tá ið vit taka útlendsk orð beinleiðis inn í málið og siga tey á tí málinum, sum tey eru tikin úr.

Hin er, tá ið vit taka útlendsk orð inn í føroyskt og lata tey í føroyskan málbúna.

Hetta seinna kallast kotuskifti, og tað er nakað, sum næstan ongin okkara kann siga seg ikki at gera. Orðingar, sum what ever, so be it ella hvorom alting er og hen ad vejen, eru allar dømi um kotuskifti.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023