Málteigurin

Eingin kann vera eyðmjúkur og errin í senn
14-11-2022
At vera eyðmjúkur merkir at vera lítillátin, og tað hevur øvugta merking av orðinum, errin. Tí gevur tað onga meining at brúka bæði í sama setningi, sigur Elin Henriksen

Lurtari hevur sent okkum tvey dømi um nýtslu av orðinum, eyðmjúkur, sum lurtarin ikki kennist við. 

'Eg eri eyðmjúk og stolt av teimum 105 persónligu atkvøðunum eg fekk í gjár'.

'Vit eru sera errin og eyðmjúk um at kunna boða frá, at Atlantic Airways sum fyrsta føroyska fyritøka og fyrsta norðurlendska flogfelag er vorðið partur av Sólblómuskipanini'.

Er hetta røtt nýtsla, spyr lurtarin. 

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at orðið hevur serliga verið nýtt í trúarhøpi. Menniskju eru vanliga eyðmjúk mótvegis Gudi. Vit kundu eisini verið meira eyðmjúk mótvegis náttúruni - havt størri virðing og dugað at sæð, at náttúran er sterkari enn vit.

- Men tað gevur lítla meining, at eitt valevni brúkar orðið 'eyðmjúkt' um seg sjálvt. Tað er alt ov sterkt orð, og í seinna døminum gevur tað als onga meining at nýta orðið eyðmjúk - og so enntá saman við orðinum errin. Tað ber als ikki til. Eingin kann vera eyðmjúkur og errin í senn, orðini eru andnevni (antonym), tey merkja tað øvuta av hvørjum øðrum, sigur Elin Henriksen. 

 

Blaka og kasta og núliðin tíð

Lurtari vil vita, hvør munurin er á orðunum, blaka og kasta? Og hvussu so við orðinum, tveita?

Og ein annar spyr, hvat munurin er, tá ið tosað verður um eina hending, 'ið er farin fram' ella eina hending, 'ið fer fram'?

Her er talan um núlidna og tálidna tíð, er stutta og greiða svarið frá Elini Henriksen. 

 

Fyrisetingar, sum taka hvørjumfall

Fyriseting Dømi
At Vit leggja at landi. Hon gekk tætt at honum
Av Vit fara til handils og taka vørur av hillunum. 
Frá Vit fara frá húsum. Gávan var frá mammuni. Frá tí degi var alt í lagi
Hjá Hjá mær, hjá tær, hjá henni, hjá honum, hjá tí, hjá okkum, hjá tykkum
Móti taka ímóti onkrum, hava okkurt ímóti tí, seta stólin inn móti vegginum
Nær Vit eru nær húsum. Hann er nær henni. Nú ert tú nær málinum
Nærindis Vit eru nærindis bygdini. Húsini standa nærindis sjónum
Undan Tak stólin undan borðinum. Nú undan jólum er nógv at gera
Úr Vit fingu onki burtur úr skeiðnum. Tá ið døgurðin er liðugur, leggur tú uppúr
Sambært Sambært veðurtíðindunum, sambært honum, sambært lógini 
Viðvíkjandi Hesum viðvíkjandi. Viðvíkjandi málinum um ...

 

Hesi bæði seinastu orðini er ofta ivi um. Og svarið er, at tey taka altíð hvørjumfall, sigur Elin Henriksen.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023