- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Lurtari spyr um orðið, hóslag, tí herfyri var hetta at hoyra í útvarpinum:
Í 1957 skrivaði Jerry Lee Lewis sáttmála við plátufelagið Sun Records og kom í hóslag við Elvis Presley, Johnny Cash og Carl Perkins, ið gjørdust kendir undir navninum, The Million Dollar Quartet.
- Her er orðið hóslag misskilt, tí tað verður bara brúkt í onkrum ringum sambandi. Ert tú í hóslag við onkrum, so eru tit úti uppá okkurt ringt, balladu ella brotsverk, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá.
Fyrisetingin fyri
Í hesi sending fyllir fyrisetingin, fyri, rættiliga nógv. Tí fyri er ein av fyrisetingunum, sum bæði kann taka hvønn- og hvørjumfall, og tað ger ikki tað sama, hvat fall vit brúka í hvørjum samanhangi.
Tí er fyri eitt orð, sum ofta ørkymlar okkum, tá ið vit tosa.
Bróst og trýst
Ein annar lurtari nevnir, at fyrr var orðið, bróst, vanligt at brúka um vegg, men at tað tykist vera horvið. Nær fall hetta málbrúkið burtur, spyr viðkomandi.
Elin Henriksen greiðir eisini frá muninum millum 'trýst er á skipanini' og 'trýst er á skipanina'.
Eystur í eina bygd
Síðsti spurningurin er frá lurtara, ið sigur seg ikki hava hoyrt nakran siga, at mann fer eystur í eina bygd. Mann fer vestur í Vágar, suður til Havnar og norður til Klaksvíkar, men eystur ... tað fer mann aldrin. Hví man tað vera, spyr lurtarin.
Men í sendingini boða lurtarar í Sandoy og Suðuroy frá, at har verður sagt eystur.
Og Elin Henriksen hevur funnið eitt dømi úr einari søgn, sum Jakob Jakobsen skrivaði upp: 'Ein heimasandsmaður fór einaferð eystur til Skálavíkar' (Søgn: Bembil).