Málteigurin

Tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt

Nú tosað verður um at skifta gummiperlurnar í fótbóltsvøllum kring landið, hoyrist orðið, kork, heldur enn tundur. Lurtari spyr, um nakar munur er á orðunum, kork og tundur?

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá hesum báðum orðunum, og evninum, polystyren, sum føroyingar kalla flamingo ella tundur. Men flamingo og tundur eru púra hvør sítt. 

Flamingo er navnið á donsku fyritøkuni, sum framleiddi lutir úr polystyren, og tað er bara í danska kongaríkinum, at hetta evnið verður kallað flamingo heldur enn polystyren.

 

Málburður og samskifti

Í dag spyrja vit eisini, hvat hevur størri týdning:

At duga at málbera seg rætt ella tað at samskifta, soleiðis at øll skilja hvørt annað.

Upphavið til hetta evnið er hugleiðing, ið lurtari hevur sent okkum:

Okkurt um 10% duga stavsetingina.
Okkurt um 10% duga bendingarlæruna.
Okkurt um 10% brúka føroysk orð og heiti.
Børnini læra ikki føroyskt í føroyska fólkaskúlanum.
Sá herfyri ein tekst hjá fólkaskúlanæmingi, sum var her í starvsvenjing. Hevði tú sæð, tú hevði bæði signað teg og biðið Jesus standa hjá tær.
Men málið er eitt samskiftisamboð. Tey 90 prosentini siga, eg skilji teg, og tú skilir meg, 100%.
Er ikki kjarnin í øllum samskifti, at fólk skilja hvørt annað? At boðskapurin kemur til høldar?
So: latið okkum 10% nørdast í friði. Og gevið teimum 90% frið at samskifta.
Ella.......?

Vit tosa eisini um, hvør hann, sum javnan verður víst til, tá ið vit tosa um veðrið, er.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023