Málteigurin

Gamla talskipanin er einfaldari
13-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn

Nær fara vit aftur at brúka fjøruti, fimmti og seksti fyri ikki at siga tvey hundrað og sjeytitrý?

Hetta spyr lurtari, sum við árunum er farin at halda tað vera púra logiskt at nevna tølini í røttu raðfylgju, og nógv lættari at læra børnini tey stóru tølini. 

Elin Henriksen, málkøn, er samd við lurtaran og sigur, at tað hevði uttan iva verið øgiliga nógv lættari hjá børnum at lært at telja og at rokna, um vit søgdu talorðini, sum hóska til tíggjutalsskipanina heldur enn tjúgutalsskipanina.

Hon greiðir frá, at fimmti er fimm tíggjarar, og hálvtrýss er hálvatriðju ferðir tjúgu, seksti er seks tíggjarar, og trýss er tríggjar ferðir tjúgu (trý-sins-tjúgu), sjeyti er sjey ferðir tíggju, og hálvfjerðs er hálvafjórðu ferðir tjúgu.

Elin Henriksen leggur afturat, at í nýggjastu roknibókunum verður mælt til at siga fimti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og at nevna tølini í somu raðfylgju, sum tey verða skrivað: tvey hundrað og sjeytitrý.

 

Spontanitet og annarleiðis

Lurtari saknar eitt føroyskt orð fyri spontanitet og vil fegin brúka bráðlyntur ella bráðlyndi, men Sprotin sigur, at tað at vera bráðlyntur er at vera snarsintur.

Og vit tosa eisini um annarleiðis, ið lurtari heldur vera brúkt meira enn øðrvísí í miðstaðarøkinum.

 

Afturat/aftrat og rovnur

Hvat er tað rætta at skriva av hesum: aftrat-avtrat ella afturat, spyr lurtari, sum sjálvur mest brúkar aftrat, men sær, at øll vera brúkt.

Og í Suðuroy er orðið, rovnur, ikki óvanligt, men tað stendur ikki í móðurmálsorðabókini. Undir viðgerðini av orðinum eru fleiri boð frá lurtarum, sum siga seg kennast við hetta orðið.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023