Málteigurin

Málteigurin um purismu
20-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum

Málslig purisma er einki nýtt fyribrigdi. Hon er kend heilt aftur til byrjanina av okkara tíðarrokning.

Orðið hava vit fingið úr latíni, og vit kenna tað aftur úr nútíðarmáli: fø. púra (fullkomiliga), da. "det pure guld" - reint gull, en. pure - reint, óblandað, ektað.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað eru fleiri sløg av málsligari purismu, og málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum.

 

Orðpurisma

Eitt er orðpurisma: t.e. at nýta føroysk orð heldur enn fremmandaorð ella donsk orð, t.d. sjónvarp heldur enn fjernsýn, karðalás heldur enn burrelás, bókasavn heldur enn bibliotek, fyribrigdi heldur enn fenomen.

Vit kunnu tó eisini tosa um purismu viðvíkjandi setningsbygnaði, og hvussu vit nýta vanlig orð.

Dømi:

'At fáa skaða' heldur enn 'at koma til skaða'.
Í skúlagarðinum: 'tað hevur ringt inn' heldur enn 'tað er ringt inn'.
'Nú fer NN at halda røðu' heldur enn 'nú kemur NN at halda røðu'.
'At taka upp epli' heldur enn 'at taka epli upp'.
'Lata seg í skógvar' heldur enn 'taka skógvar uppá'.


Bendingarpurisma

Purisma kann eisini snúgva seg um bendingar. Eitt nú at varðveita -ur ending í nýkomnum kallkynsorðum, serliga starvsheitum: journalistur, pedagogur, fysioterapeutur. Umframt at varðveita bendingar sum heild, t.d. 'eg sá allar bátarnar' heldur enn 'eg sá allir bátarnir'.


Stavsetingarpurisma

Og at enda hava vit eisini fyribrigdið 'stavsetingarpurisma'. Tað vil siga at laga stavsetingina av fremmandaorðum til føroyskt.

Klassiska dømið er frá 'trawler' til 'trolari', og nýggjari dømi eru at skriva kul heldur enn cool, geyming heldur enn gaming, at leika heldur enn to like.'


Málreinsan ella varðveiting

Vit kunnu umrøða purismu út frá tveimum høvuðssjónarmiðum: annað er royndin at lúka danismur og anglismur úr málinum, stutt sagt málreinsan. Hitt er at leggja dent á at varðveita føroysk orð og skapa nýggj orð til nýggj fyribrigdi; stutt sagt nýgerð.

- Hetta seinna verður vanliga fatað jaligari enn tað fyrra, sigur Elin Henriksen.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023