Málteigurin

Danga kemur av 'danger'
17-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'

Ein danga er eitt gamalt og skirvisligt far. Men hví eitur tað danga, spyr lurtari.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at tað sigst, at navnið kemur av, at føroyingar í Bretlandi høvdu sæð eitt orð málað á gomul skip, sum høvdu fingið maskinu: DANGER. Flutt yvir í føroyskan málburð verður tað til danga.

Hon vísir til bók um upprunan av orðum eftir Tórð Jóansson. Bókin eitur 'Ensk lánorð í føroyskum'.

 

Nógv ymisk orð

Vitlíki er eitt føroyskt orð fyri AI - 'artificial intelligence', eitt annað er tilgjørt vit. Lurtari heldur vitlíki vera genialt orð

Síðan tosa vit um lønarlyft, sum er orð, ið er vorðið viðkomandi, nú ávísir fakbólkar skulu hava meira í løn.

Vit tosa eisini um, hvat ein agaputtur er og hvat sjeyndi himmal merkir.

Lurtari spyr, hví fólk siga, at hundar knurra og logra, og at kettur spinna, heldur enn, at hundar grenja og lata við halanum, meðan kettur murra.

Ein annar lurtari spyr, hví útvarpsvertur sigur suðureystur Italia heldur enn landsynnings Italia.

Onnur evni, sum vit viðgera í dag, eru fornavnið, mann, orðingin, tað fyrigongur, stovuhædd, tíðartambari og ganir.
 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023