Málteigurin

At vera sjálv er ikki at vera einsamøll
11-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin

Í brævi til Málteigin skrivar lurtari soleiðis: 

Dóttir mín, sjey ára gomul, sigu ofta: eg eri sjálv inni, og tá meinar hon einsamøll. Tá rætti eg hana, men onkuntíð so sigur hon til dømis: So fari eg bara sjálv, um eg ikki vil fara við henni onkrastaðni. Og tá kann eg fara at ivast. Nær eiga vit at siga sjálv, og nær eiga vit at siga einsamøll?

Á heysti 2019 viðgjørdi Málteigurin hetta evnið, og tá brúktu vit eina stuttsøgu eftir Elina Henriksen, sum tilskilar munin millum hesi bæði orðini nokk so væl. 

Til ber at lesa ella lurta eftir søguni her. 

 

Møta inn og raðtøl

Mann er farin at brúka orðingina at møta inn venjing, hvat man tað vera fyri nakað, spyr lurtari, og ein annar vil vita, um mann sigur fyrra og seinna ella fyrsta og annað, tá ið vit tosa um 1. og 2. næstforfólk í felagsskapum av ymsum slag. 

 

KVF og Havnin

Lurtari illneitast inn á Kringvarpið og staðsetingarnar, tí tað gongur út yvir fyrisetingarorðini.

Næstan hvønn dag argast ein við at hoyra misbrúk o.el. líkasælu við nýtslu av fyrisetingarorðum, so tað skurrar í oyrunum.

Dømi: Seinni í sendingini fara vit ÚT í Kallsoynna. Vælsignaði fólk í KvF, ongin fer ÚT í Kalsoynna. Úr Klaksvík fara vit yvir,​​​​ á Syðradal ella Húsar og norður til Mikladals ella Trøllanes. Tað sama er galdandi, um ein t.d. kemur úr Leirvík. Fer ein úr Sortudyki, so fer ein norður í Kalsoynna.

Tit í KvF eiga ikki at "tvinga" okkum uttan fyri Havnina at hugsa okkum í Havn, tá ið vit lurta. Nógv tíðindi og aðrar sendingar eru málsliga ov nógv "ávirkaðar" av Havnini, helst uttan at tit hugsa um tað.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023