Málteigurin

Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
02-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli

Mong eru farin at ivast í, um ein fyriseting stýrir hvønn ella hvørjumfalli, og tað ávirkar bendingarnar hjá okkum.

Eitur tað til dømis vegna tey ella vegna teimum?

Í dag tosa vit fyrisetingar, sum stýra hvønnfalli.

Fyrisetingarnar eru hesi smáu orðini, sum standa framman fyri navnorð ella orð við navnorðsvirði.

Fyrisetingar stýra ongantíð hvørfalli og sjáldan hvørsfalli. Og alsamt fleiri eru farin at ivast í, nær tær stýra hvønnfalli og nær hvørjumfalli.

- Í summum førum er tó eingin grund til at ivast, og tað er, tá ið fyrisetingarnar kunnu taka hvønnfall, men ongantíð hvørjumfall, sigur Elin Henriksen, málkøn.

Vit hyggja fyrst at fyrisetingum, sum fyrr (og framvegis í føstum orðingum) tóku hvørsfall, men nú á døgum hvønnfall, og tær eru millum, til, vegna, innan og uttan.

Og so eru tað nakrar fyrisetingar, sum altíð stýra hvønnfalli og bara hvønnfalli. Tær kendastu eru: áraka, gjøgnum, rundanum, umframt, síðan, oman ella niðan, og hinumegin. 

- Orð við -megin taka altíð hvønnfall og ongantíð hvørjumfall, og tey verða altíð skrivað í einum, leggur Elin Henriksen dent á.

 

Upp á sikt, holtur og okra

Í sendingini eru orðingarnar "upp á sikt", at fara í holtur ella holt við eitthvørt og at okra eisini til viðgerðar. 

 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023