Málteigurin

Skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð

Flestu okkara munnu kenna orð sum sólskinstøgn og motormani. Hetta eru dømi um skaldsligt orðasmíð hjá Martini Joensen.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at so leingi, sum høvundar og skald hava verið virkin, hava tey sett saman nýggj orð, ofta burtur úr orðum, sum vóru til frammanundan, men sum verða sett saman soleiðis, at tey fáa annað innihald.

Til eru nógv sløg av slíkum orðum, og bókmentafrøðin hevur eina heila vísindagrein um slík orð, sum tað eru skrivaðar tjúkkar bøkur um.

- Vit fara tó ikki so djúpt inn í evnið myndbering, ella kenning, sum tað eitur um slík fyribrigdi í norrønum skaldskapi, men fara at hyggja at nøkrum nýggjari skaldsligum orðasamansetingum, sigur Elin Henriksen og nevnir Martin Joensen, sum hevur eitt stórt ríkidømi av nýggjum myndburðum.

 

  • Sólskinstøgn: tøgn nýtt sum mynd av friðsælu
  • Vøkumaðurin: var upprunaliga ein, ið vakti til útróðrar, men her við nýggjari merking: ein, ið vakir yvir tær
  • Dagmett sól søkir niðublund: sólin,mett av degnum. Niða er myrkur
  • Motormani: mani = bundin av
  • Pápalátur og mammutár: sigur seg sjálvt, men her liggja so nógv orð og nógvar merkingar fjald í hesum báðum sigandi orðunum
  • Blómubarnamold: blómubarn var orðmynd av rørsluni frá 60'unum, flower-power og make love, not war. Moldin, har blomstur vaksa. Umhvørvið av 'blómubarnamentan'
  • Skuggagestur: eru til í skugga - í dreymum

 

Fúsur og smettumætari

Tvey onnur orð eru til viðgerðar í dagsins sending.

Hví siga vit at vera til dystin fús, sama um talan er um mann, kvinnu ella barn? Um talan var um ein mann, átti tað so ikki at itið hann er til dystin fúsur - ikki hann er til dystin fús?

Og hvat er ein smettumætari?

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023