Málteigurin

Pápi, babba og pabba eru javngóð
08-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag

Tá ið eg var barn, hildu vit, at tað bara vóru smá børn, sum søgdu babba, meðan stór børn og vaksin søgdu pápi. Men hvussu er støðan í dag, spyr lurtari.

-Babba, pápi ella pabba - hvør sigur sítt, og eingin kann siga, at eitt er betri enn hini. Eg kenni fólk, ið eru farin um pensjónsaldur, ið siga babba, so tað kann neyvan roknast sum barnamál, svarar Elin Henriksen, málkøn.

 

Mansnøvn sum enda við i

Tvær ymiskar bendingar eru av mansnøvnum, sum enda við i.

Tann vanliga veika bendingin av arvorðum, t.d. Atli, Heri, Ingi, Kári, Óli, Rúni, Sverri, Snorri. Tey fylgja vanligu veiku bendingini av kallkynsorðum (risi) og fáa a-ending í hvønnfalli, hvørjumfalli og hvørsfalli.

Hin bendingin er galdandi fyri bíbilsk nøvn, t.d. Levi, Eli, og nøvn, sum eru komin úr enskum. Har verða tey ofta stavað við y ella ei aftast, t.d. Timmy, Johnny, Tommy, Jeffrei.

Í flestu málførum hoyrist munur millum framburðin, har uppruna norrønu nøvnini enda við /i/ og tey bíbilsku og ensku enda við /ij/.

- Samanumtikið kunnu vit siga, at nøvn, sum enda vit y bara fáa eitt -s í endan í hvørsfalli, meðan hini, sum enda við i, fáa a í endan í øllum føllum uttan hvørfalli, sigur Elin Henriksen.

 

Jesu ella Jesusar

Summir prestar siga í Jesu navni, aðrir siga í Jesusar navni. Hvat siga føroysku stavsetingarreglurnar?

Sambært føroysku bendingarreglunum bendist Jesus til Jesusar í hvørsfalli, men Jesu fylgir latínsku bendingini, greiðir Elin Henriksen frá.

Lurtari spyr, um landið eitur Háland ella Holland, og Elin Henriksen vísir á ein triðja møguleika, sum er Niðurlond.

Hon mælir til, at fólk annaðhvørt siga og skriva Holland ella Niðurlond.

Í sendingini verður eisini tosað um, at hetlendingar og føroyingar skiltu hvønnannan fyrr, og í tí sambandi tosaðu vit um hetlendska málið norn, sum nú er burtur.

Um lurtarar hava hug til at lesa meira um norn, so ber tað til her.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023
Hóast 'tá' líkist nógv 'tá ið' og verður brúkt oftari og meira enn 'tá ið', so er munur á hesum. Vit eiga at skilja ímillum 'tá' og 'tá ið', sigur Elin Henriksen, málkøn
11-12-2023
Tað er munur á at leggja hond á og hondina á. Tað fyrra merkir harðskapur uttan so at tilskilað verður, hvørs hond talan er um. Til dømis prestsins hond
04-12-2023
Eitt av evnunum í dagsins sending er, hví tað eitur hálvhosur. Hoyrið Elina Henriksen greiða frá áhugaverdu søguni um hálvhosur
29-11-2023
Lurtari spyr, um orðið flóvur er føroyskt ella ikki, og hvussu tað stavast, um so er
20-11-2023
Á føroyskum eru nógv starvs- og útbúgvingarheiti kallkyn, og tað noyðast vit at góðtaka, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-11-2023
At framleiða verður meira og meira brúkt, meðan onnur vanlig orð verða skúgvað til viks, heldur lurtari
06-11-2023
Vit eru farin at skriva -u har, sum -i eigur at vera. Dømi sum enduliga, náttuna og hurðuna vísa eina ovurnýtslu av -u
31-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga
23-10-2023