- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pengar
Danska Fíggjareftirlitið hevur kannað støðuna viðvíkjandi bústaðarlánum, nú rentan er søguliga lág, og bústaðir eru dýrir.
Búskaparráðið sigur í heystfrágreiðingini, at fíggjarstøðan hjá kommununum er ójøvn, og nøkur óvanlig viðurskifti eru galdandi í kommunala geiranum.
Danska stjórnin hevur lagt uppskotið um fíggjarlóg fyri komandi ár fram í dag, og Føroyar fáa somu upphædd í ríkisveiting næsta ár sum í ár.
Fyri fyrstu ferð í átta ár hevur grikska stjórnin nú fullan avgerðarrætt á landsins búskapi.
Taks hevur kravt felagið á húsagang, tí tað skyldar góðar 200.000 krónur í meirvirðisgjaldi.
Stine Bosse, sum er forkvinna í nevndini hjá BankNordik, hevur keypt 1750 partabrøv í bankanum.
Birgir Nielsen boðaði á nevndarfundi í gjár frá, at hann tekur seg úr nevndini. Samstundis fer hann úr øllum nevndum í Betri-samtakinum.
Inntøkurnar hjá Vágs kommunu vóru seks milliónir krónur størri í fjør enn mett í fíggjarætlanini fyri 2017.
BankNordik ætlar at keypa partabrøv í BankNordik fyri 15 milliónir krónur, hetta til 30. mars næsta ár.