Innlendis

Nevningatingið í Pidda-málinum skal eftir ætlan vera liðugt fríggjadagin í næstu viku, men enn eru nógv vitni eftir at avhoyra

Løgreglan fann blóð av Dánjali Peturi Hansen í húsunum hjá Pidda og heima hjá ákærda, sum verður avhoyrdur í morgin.

Ákærdi maðurin í Piddamálinum sigur, at hann skrivaði til unnustuna á Facebook um húsakeypið, men tað var alt lygn, viðgekk hann í rættinum í dag

Ákærdi í Piddamálinum sigur seg ikki vita, hví DNA av sær er á telefonini hjá Pidda

Piddi skuldi úr húsunum 1. november í fjør. Unnustan skuldi halda, at sáttmálin varð umsettur til enskt, men Google translate vildi ikki umseta alt

Løgreglumaður greiddi í dag frá ástøðinum, sum løgreglan hevur í Piddamálinum. Líkið varð burturbeint dagin eftir drápið

Í dag skal fyrrverandi kona Dánjal Petur Hansen, Pidda, og táverandi unnustan hjá tí ákærda vitna fyri nevningatinginum í Føroyar Rætti.

Fleiri siga seg hava sæð Dánjal Petur Hansen eftir at hann sambært løgregluni var tikin av døgum. Hesa vikuna skulu hesi vitna.

Fyrrverandi kona Dánjal Petur Hansen, Pidda, hevur í morgun váttað tað, sum ákærdi hevur sagt um royndirnar at keypa eini hús

Vitni sum kendi Dánjal Petur Hansen segði í rættinum í dag, at hann ikki trúði at Piddi kann hava gjørt av við seg sjálvan.

Síður