Meg minnist

Meg minnist: Malla Samuelsen (2:2)
12-02-2012
Jógvan Arge hittir Mallu Samuelsen í Havn. Samrøðan er frá 1997. Seinni partur

Miðskeiðis í tríatiárunum giftist Malla Samuelsen havnarmanninum Carl í Horni. Tá kríggið byrjaði, sigldi hann úti, og tey vistu onki frá honum, fyrrenn hann stóð inni á gólvinum í Havn til jólar í 1940. Øll familjan var við "Tjaldrinum," tá tað sigldi á Mjóanes í 1946.

Í fimtiárunum var Malla við til at stovna Kvinnufelagið og varð vald í Tórshavnar býráð sum fyrsta kvinna har. Í 60unum hevði hon sum fyrsta kvinna sæti á tingi sum varafólk. Malla Samuelsen hevði í sekstiárunum matgerðarskeið fyri ungar kvinnur og var í 13 ár leiðari á Ellisheiminum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir sálarfrøðingin Eyðun Joensen úr Klaksvík. 2. sending
02-12-2018
Jógvan Arge hittir sálarfrøðingin Eyðun Joensen úr Klaksvík. 1. sending
28-11-2018
Jógvan Arge tosar við Bárð Jákupsson um pápan og rithøvundin Heðin Brú. Seinna sending
19-11-2018
Jógvan Arge tosar við Bárð Jákupsson um pápan og rithøvundin Heðin Brú. Fyrra sending
11-11-2018
Jógvan Arge hittir Árna Dam. Fjórða sending.
04-11-2018
Jógvan Arge hittir Niels Nattestad um eina ættarferð til Noregs í summar.
04-11-2018
Jógvan Arge hittir Árna Dam. Triðja sending.
03-11-2018
Jógvan Arge hittir Árna Dam. Onnur sending
02-11-2018
Jógvan Arge hittir Árna Dam. Fyrsta sending.
01-11-2018
Jógvan Arge hittir Guðrun Gaard í Havn. Seinna sending.
28-10-2018
Jógvan Arge hittir Guðrun Gaard í Havn. Fyrra sending.
22-10-2018
Jógvan Arge hittir Svenning Reinert. Triðja og síðsta sending
14-10-2018