Meg minnist

Meg minnist: Bjarki Skúvadal (3:3)
17-11-2019
Jógvan Arge hittir Bjarka Gunnarsson Skúvadal í Vestmanna. Triðja sending

Bjarki Skúvadal flutti í 1970 heim og fór á læraraskúla. Eftir fimm árum fekk hann lærarastarv í Vestmanna, sum hann røkti í 27 ár.

Bjarki er nógv uppi í felagnum Skúvadal um veturin, tá øll før og útgerð verða eftirhugd og umvæld.

Í februar 1959 var hann við íslendska trolaranum "Eystfirðingi" av Fáskrúðsfirði á Ný Fundlandsmiðunum, tá 10 íslendskir trolarar komu illa fyri í illveðri.

Manningin á "Eystfirðingi" bukaði ís í samfull trý samdøgur, so skipið ikki koppaði. 13 føroyingar vóru við tann ringa túrin.

Trolarin "Juli" av Hafnarfirði kom ikki afturíaftur. Hetta var stutt eftir vanlukkuna við "Hans Hedtoft" á Kappanum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023