Meg minnist

Meg minnist: Einar Larsen (1:5)
27-09-2020
Jógvan Arge hittir Einar Larsen á Tvøroyri

Gestur í Meg minnist verður nú 92 ára gamli Einar Larsen á Tvøroyri, sum er føddur í oktober 1927. Hann var tollari í 46 ár og arbeiddi síðani á eini fyritøku í heimbygdini, til hann var 91.

Einar Larsen er føddur og uppvaksin mitt á Tvøroyri millum skúlan, keiina og klubban. Pápin var tvørámaður og mamman úr Dali. Í dag býr Einar uppi í Kanada, tey rópa, við Ovaraveg á Tvøroyri.

Sum smádreingir og hálvvaksnir ferðaðust hann og brøðurnir Groth og Ebbe ofta hjá skyldfólki í Havn og í Dali.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023