Meg minnist

Jólagesturin: Tommy Petersen
29-12-2020
Jógvan Arge tosar við Tommy Petersen um jól og jólahald í ymsum londum, hann hevur starvast í síðanu aldarskiftið.

Fyrrverandi almannastjórin Tommy Petersen hevur seinastu 20 árini arbeitt fyri Danida í ymsum londum. Har hevur hann eisini havt høvi til at kunna seg jól og jólasiðir í londonum. Lagt varð fyri í Nepal í Asia um aldarskiftið. Seinni var hann hálvt ár í Basra í Iraq, har hann helt, at hann skuldi vera kommunustjóri. Familjan helt jól í Cairo í Egyptalandi. Seinni vóru Tommy og konan Maja í Egyptalandi nøkur ár. Hann skuldi læra egyptarnar at decentralisera leggja teimum lag á decentral-isera. Kanska mest forkunnuga uppgávan var í sjálvum Palæstina árini 2013-2016. Tey búðu í Eysturjerusalem, meðan Tommy arbeiddi í palestinska høvuðsstaðnum Ramallah. Á jólum vóru tey fleiri ferðir í Bethlehem. Sítt seinasta uttanlandsstarv hevði Tommy Petersen í Nuuk Grønlandi.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Poulsen úr Vatnsoyrum. Seinna sending.
16-01-2022
Jógvan Arge hittir Dánjal Poulsen úr Vatnsoyrum. Fyrra sending.
09-01-2022
Jógvan Arge hittir Maluna Marnersdóttir, professara. 3. og seinasta sending.
26-12-2021
Jógvan Arge hittir Maluna Marnersdóttir, professara. 2. sending.
19-12-2021
Jógvan Arge hittir professaran Maluna Marnersdóttir í Havn. 1. sending.
12-12-2021
Jógvan Arge hittir Janus Jensen á Toftum 7. og seinasta sending.
05-12-2021
Jógvan Arge hittir Janus Jensen á Toftum. 6. sending.
28-11-2021
Jógvan Arge hittir Janus Jensen á Toftum. 5. sending.
21-11-2021
Jógvan Arge hittir Janus Jensen á Toftum, 4. sending.
15-11-2021
Jógvan Arge hittir Janus Jensen á Toftum. 3. sending
07-11-2021
Jógvan Arge hittir Janus Jensen á Toftum. 2. sending.
31-10-2021
Jógvan Arge hittir Janus Jensen á Toftum. 1. sending.
24-10-2021