Meg minnist

Meg minnist: Ronald Poulsen (2:3)
21-03-2022
Jógvan Arge hittir Ronald Poulsen úr Miðvági. Onnur sending.

Fyrsta havnararbeiði, sum Ronald Poulsen hevði um hendur fyri Landsverkfrøðingin, var úti í Hesti. Hann var leiðari á deildini, sum hevði við smærri havnir at gera. Í slíkum ørindum var hann kring landið, í Miðvági, í Fugloy, í Svínoy, í Gøtu og í Húsavík. Avbjóðingarnar vóru ymiskar og í Gøtu slapp hann at royna kavarabúnan hjá Alexander Abrahamsen. Nógv ár arbeiddi hann fyri kommun-una á Strondum við havnargerðum og slíkum. Hann var tímaløntur og tók eisini arbeiði upp á seg aðrastaðni, eitt nú á Eiði. Strandingar komu fram á reint kelduvatn í kommununi og ætlaðu at fáa útflutning í lag. Keyparar vóru til reiðar, men bankin vildi ikki fíggja teir.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sjeynda og seinasta sending.
02-04-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Sætta sending.
26-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fimmta sending.
19-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. Fjórða sending.
12-03-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgmann Edmund Joensen av Oyri. 3. sending.
05-03-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgammann, av Oyri 2. sending:
26-02-2023
Jógvan Arge hittir Edmund Joensen, fyrrverandi løgmann, av Oyri. 1. sending.
20-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 4. og seinasta sending.
12-02-2023
Jógvan Arge hittir Karina Brattaberg úr Funningi. 3. sending.
05-02-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 2. sending.
29-01-2023
Jógvan Arge hittir Karin Brattaberg úr Funningi. 1. sending.
22-01-2023
Jógvan Arge hittir Max Cecil Weihe, sum greiðir frá Selatrað fyrr og nú. Fjórða og seinasta sending
15-01-2023