Meg minnist

Meg minnist - Sonny Johannesen (1:2)
24-04-2022
Jógvan Arge hittir Sonny Johannesen skipara í Havn. Fyrra sending.

Høvuðsevnið í hesum sendingum er damptrolarin ?Brandur Sigmundarson? hjá partafelagnum Kimbil í Havn. ?Brandur Sigmundarson? var størsta fiskifar í Norðurhøvum, tá hann kom til Føroya í 1960. Skipari var Andreas Johannesen úr Hvannasundi, sum framman undan hevði ført ?Kalls-evni?. ?Brandur Sigmundarson? var fyrsti føroyski trolarin, sum fór til fiskiskap í Nýfundlandi í 1961. Hetta vísti seg at vera eitt heppið bragd. Sonny Johannesen byrjaði sum messur á ?Brandi Sigmundarsyni?, men slapp nakað skjótt á dekkið og fór seinni á navigatiónsskúla.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 3. sending.
01-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði. 2. sending.
24-09-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði
17-09-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Triðja og seinasta sending.
11-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Onnur sending.
04-06-2023
Jógvan Arge hittir Anniku Hoydal. Fyrsta sending.
29-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen, Triðja og seinasta sending.
21-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Onnur sending.
14-05-2023
Jógvan Arge hittir Jákup Símun Simonsen. Fyrsta sending.
07-05-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Triðja og seinasta sending.
23-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Onnur sending.
16-04-2023
Jógvan Arge hittir Beate Samuelsen í Havn, fyrrverandi blaðstjóra á Dimmalætting. Fyrsta sending
10-04-2023